Matur, fólk og náttura - tað er sonn matgleði.
Tað er Spískamarið, vælkomin!

Góðu hyggjarar - vælkomin til heimasíðuna hjá Spískamarinum!

Tað er við stórari gleði og góðum vónum, at vit bjóða okkara spískamarsvinum eina nýggja hyll í Spískamarinum at seta alskyns sendingar og eykatilfar á. Heimasíðan hjá Spískamarinum fer framyvir at hýsa øllum sendingunum úr aðru røð, umframt eina rúgvu av eykatilfari. Eitt nú, longri útgávur av samrøðum, stillmyndir, uppskriftir, frágreiðingar og lýsingar av støðunum, ið vit hava vitjað og sjálvandi eisini nakrir ”blopparir”.

Aftaná at hava reiðrast í Kringvarpinum í fjør, spreiðir Spískamarið nú sínar veingir og roynir sítt flog. Hetta merkir, at Spískamarið hevur funnið sær samstarvsfelagar, ið hava borið stóran part av fíggjarligu byrðuni. Hetta hevur spælt ein avgerandi leiklut fyri framleiðsluna í ár, og hetta eru vit serstakliga takksamir fyri. Eisini hava almennir stovnar stuðla sendingunum. Men reiðrið er altíð fjálgt at venda aftur til og soleiðis er eisini í hesum føri. Spískamarið er framleitt í tøttum samstarvi við Kringvarpið, ið hevur veit okkum sína útgerð og síni dugnaligu og ágrýtnu starvsfólk.

Síðst, men ikki minst, vilja vit takka so hjartaliga øllum teimum fólkunum á hesum fjarskotnu klettum, ið hava latið sítt heim upp fyri okkum og bjóða okkum innar, sum um vit vóru nærmasta familja. Vit hava verið bornir á lógvum, hvar enn vit vitjaðu. Gestablídni, sum hevur verið víst okkum, kann ikki lýsast í orðum. Tí vóna vit so innarliga, at okkara sendingar kunnu endurspegla, hvussu stórsligið, forkunnugt og hugnaligt okkara matævintýr hevur verið í ár. Uttan tykkum var einki Spískamar. Hetta er tykkara sending. Takk, takk og enn einaferð takk!

Við matkvøðu

Pætur Marjunarson Dahl og Gutti Winther